Dátuverndarkunning.
hjá Anti Doping Føroyum
dagfestur 04.09.2025
Um Anti Doping Føroyar
Anti Doping Føroyar (hereftir nevnt ADF) hevur eftirlit við og arbeiðir fyri at doping ikki fer fram í skipaðum føroyskum ítrótti. ADF verður stýrt av einari trýmannanevnd, vald av Ítróttasambandi Føroya (ÍSF), sum er góðkendur felagsskapur av Landsstýrinum at hava eftirlit við doping í skipaðum ítrótti í Føroyum. Hóast ADF er undir ÍSF, so er virksemið hjá ADF skipanarliga skilt frá øðrum virksemi hjá ÍSF.
Virksemið hjá ADF er skipað sambært løgtingslóg nr. 88 frá 2020 um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti, sum broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 19. desember 2023.
Nær viðger ADF persónsupplýsingar?
ADF viðger persónsupplýsingar í sambandi við virksemið hjá ADF, undir hesum serliga í sambandi við tá ið dopingroyndir verða tiknar av persónum, men eisini í sambandi við inn- og útgangandi post.
Viðgerðin av persónsupplýsingum fevnir í høvuðsheitum um skráseting og goyming. Í flestu førum viðger ADF samskiftisupplýsingar so sum navn, teldupost, bústað og aldur. Í serstøkum føri viðger ADF viðkvæmar persónsupplýsingar.
ADF savnar inn upplýsingar, tá ið
- tú skalt lata eina dopingroynd, antin við at lata eina landroynd, blóðroynd ella dried blood spot
- tú hevur vent tær til ADF við einum fyrispurningi
- tá ið ADF hevur móttikið eina fráboðan frá einum triðja persóni um teg
- tú letur ADF eina fráboðan
- tú søkir starv hjá ADF
- tú ert lækni hjá einum ið gevur dopingroynd
- tú ert venjari hjá einum ið gevur dopingroynd
- tú ert fylgjari hjá einum ið gevur dopingroynd
Endamálið hjá ADF at viðgera persónsupplýsingar?
ADF viðger persónsupplýsingar sum liður í sínum uppgávum. Uppgávurnar hjá ADF eru eitt nú, at
- Taka dopingroyndir av ítróttafólki í Føroyum,
- At melda og leggja fram mál um doping,
- At kunna um doping,
- At luttaka í altjóða arbeiðið at fyribyrgja doping, og
- At ráðgeva og kunna almennar myndugleikar um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri arbeiðið at fyribyrgja doping.
- At ráðgeva og viðgera umsóknir um TUE loyvir. ADF hevur gjørt eina avtalu við Anti Doping Danmark, um at Anti Doping Danmark viðgerð slíkar umsóknir vegna ADF.
ADF hevur eisini skyldu at føra eina skrá yvir øll, ið eru dømd til ítróttaliga revsing fyri brot á dopingreglurnar.
Heimild okkara at viðgera persónsupplýsingar
ADF viðger persónsupplýsingar í sambandi við at ADF røkir tær uppgávur, sum eru álagdar ADF í løgtingslóg nr. 88/2000 um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti.
Heimildin fyri viðgerðini av persónsupplýsingum, ið fer fram, er í høvuðsheitum
Dátuverndarlógin
- Vanligar persónsupplýsingar: § 8, stk. 1, nr. 3 (rættarlig skylda) og nr. 5 (almenn myndugleikaútinnan) vanligar upplýsingar) og
- Viðkvæmar persónsupplýsingar: § 12, stk. 1, nr. 2 (lógarheimild) og nr 7. (at sanna rættarkrøv)
ADF viðger persónsupplýsingar grundað á samtykki í ávísum førum í sambandi við starvsumsóknir. Heimild fyri viðgerðini er tá, § 8, stk. 1, nr. 1 og § 12, stk. 1, nr. 1.
Nær heintar ADF samtykki?
Í teimum førum tú gevur ADF samtykki til at viðgera persónsupplýsingar, so er samtykkið givið av fríum vilja.
ADF heintar inn samtykki, um tú
- Ert undir 15 ár og verður kallaður inn til dopingroynd (samtykki frá foreldrum)
- Søkir um læknaliga dispensation (TUE, Therapeutic Use Exemptions)
- Luttekur í e-learning
Gjørt verður vart við, at um tú ikki gevur samtykki, so kann tað verða eitt brot á antidopingreglur og WADA-reglugerðina, sum kann fáa ítróttaligar avleiðingar.
Tú kanst til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur tú samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykkið, steðga.
Um viðgerð av persónupplýsingum um teg í einum máli hjá ADF er grundað á samtykki, kanst tú taka samtykki aftur við at venda tær til ADF á antidoping@antidoping.fo ella á telefon +298 210402.
Hvar fær ADF upplýsingarnar frá?
Í flestu førum fær ADF upplýsingar frá tær sjálvum, eitt nú í sambandi við
- TUE umsóknum
- Tínari tilmelding í e-læring (kunningar pallur)
ADF kann eisini fáa upplýsingar um teg frá øðrum, eitt nú frá
- øðrum fólkum, sum senda okkum fráboðan um teg
- almennum myndugleikum
Hvar verða upplýsingarnar goymdar?
ADF brúkar ymiskar KT-skipanir
- MODOC
- ADAMS
- E-learning gjøgnum Anti Doping Danmark
- Gmail / Google Drive
Lata víðari upplýsingar
ADF sendir tínar upplýsingar víðari til teirra, sum hava eitt heimilað endamál við at viðgera tínar upplýsingar, soleiðis at antidoping reglur kunnu handhevjast.
Kanningarstovur
Eitt nú verða dopingroyndir sendar til kanningar hjá altjóða viðurkendari kanningarstovu í Noregi. Tær upplýsingar, sum verða sendar um teg, eru einans tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kanna royndirnar. Tínar persónsupplýsingar verða tó pseudonymiseraðar, ið og við at tilfarið hevur eitt royndartal á sær, sum svarar til eitt royndartal skrásett hjá ADAMS.
ADAMS
Um tú hevur verið til dopingroynd, verða tínar persónsupplýsingar skrásettar og lagdar út á ADAMS. ADAMS er ein platformur, ið verður rikin av WADA (World Anti Doping Agency). WADA hevur atgongd til allar tínar skrásettu persónsupplýsingar í skipanini og hevur ábyrgd og eftirlit við at ADF heldur seg til WADA reglugerðina og standardir innan WADA. Umvegis ADAMS kunnu tínar persónsupplýsingar verða latnar víðari í tann mun tað er neyðugt fyri at fremja okkara uppgávu sum antidopingmyndugleiki.
WADA
Fráboðanir um brot á dátuverndarreglur, avgerðir/dómar frá Dopingeftirlitinum osfr. verða sendar til WADA.
Dopingnevnd, Ítróttadómstólur, CAS
Um tú verður ákærdur fyri at hava brotið antidopingreglur ÍSF’s, verða upplýsingar um teg latnar víðari til 1) Dopingnevndina hjá ÍSF, 2) felagið, har tú íðkar ítrótt, 3) sersambandið sum tú ert knýt/ur at og 4) viðkomandi altjóða sersamband.
Um ADF, sersambandið, altjóða sambandið ella WADA kæra avgerðina hjá Dopingnevndini, verða allar upplýsingar og skjøl sendar til Ítróttadómstólin hjá ÍSF.
Um tú íðkar ítrótt á alttjóða høgum støði, kann ADF, viðkomandi altjóða samband ella WADA kæra avgerðina til CAS (Court of Arbitration in Sports). Í teimum førum verða tínar upplýsingar og skjøl eisini latnar víðari til CAS.
Feløg, sersambond og altjóða sambond
Um tú ert ákærdur fyri at hava brotið antidopingreglur hjá ÍSF, sendur ADF kunning til títt felag, sersamband og altjóða samband.
ADF sendur í slíkum førum eina kunning um brotið, boð um møguliga fyribils útihýsing og avgerð frá dopingnevndini hjá ÍSF.
Striking
ADF hevur skyldu til at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini. ADF varðveitir tínar persónsupplýsingar, so leingi ADF hevur tørv á upplýsingum ella so leingi ADF hevur skyldu at varðveita upplýsingarnar. ADF heldur seg til International Standard for the Protection of Privacy and Personal Information hjá WADA, sum inniheldur eitt nú leiðbeiningar til antidopingmyndugleikar um hussu leingi tær ymisku upplýsingarnar í viðgerðunum skulu varðveitast.
Gera og seta inn strikingarætlan, sum t.d. ADD, sí
ADF skjalførir annars post, sum kemur inn og fer út.
Hvussu verða tínar persónsupplýsingar vardar?
ADF brúkar KT skipanir, onkuntíð gjøgnum KT skipanir hjá Anti Doping Danmark.
Í teimum førum, har ADF nýtir dátuviðgerar, verður dátuviðgeraravtala gjørd, sum tryggjar skrásettum somu rættindi, sum tey hava eftir føroysku dátuverndarlógini.
Gjøgnum Anti Doping Danmark hevur ADF brúkara til eitt nú skipanina MODOC, sum PWC (Professional Worldwide Controls) veitir ADF. MODOC verður brúkt tá ið dopingroyndir verða tiknar.
Gjøgnum Anti Doping Danmark brúkar ADF eisini skipanina ADAMS, sum er staðsett í Canada. Canada er ikki av Føroyum mett sum eitt triðjaland við nøktandi verndarstøði í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum, men er ES-kommissjónin er av teirri fatan, at talan er um eitt trygd triðjaland. Harumframt virkar ADAMS eftir WADA standardinum ISPPPI (International Standard for the Protection of Privacy and Personal Information), sum eitt nú byggir á ES dátuverndarlóggávuna, General Data Protection Regulation.
ADF hevur eisini eitt fysiskt arkiv, sum er staðsett í hølunum hjá ÍSF/ADF. ADF hevur eitt skáp, sum er læst, sum einans viðkomandi starvsfólk hava atgongd til.
ADF á internetinum og nýtsla av cookies
ADF hevur heimasíðuna www.antidoping.fo.
Heimasíðan nýtir einans tekniskt neyðugar cookies, sum eru neyðugar fyri, at heimasíðan virkar rætt. Hetta eru t.d. sokallaðar session cookies, sum gera tað møguligt hjá nettenaranum at varðveita sambindingina millum síðurnar, meðan tú vitjar heimasíðuna.
ADF nýtir ikki cookies til marknaðarføring, greining (analytics) ella onnur endamál, sum krevja samtykki frá brúkaranum.
Tær cookies, sum verða nýttar, innihalda ikki persónsupplýsingar og verða strikaðar sjálvvirkandi, tá ið tú latar telduvangan ella kaga gluggann aftur.
ADF savnar ikki sjálvvirkandi upplýsingar um brúkarar gjøgnum heimasíðuna, uttan tað sum er neyðugt fyri at tryggja trygd og virksemi á síðuni.
ADF kann tó hava atgongd til savnaðar teldufílur (loggfílur) frá heimasíðuveitara sínum, sum innihalda grundleggjandi KT-upplýsingar, t.d. IP-adressur, tíðspunkt og kaganarforrit. Hetta verður bert nýtt til trygdar- og rakstrarendamál.
Hvørji rættindi hevur tú?
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini.
Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:
- Rætturin til kunning í §§ 23-25
- Rætturin til innlit í § 26
- Rætturin til rætting í § 27
- Rætturin til striking í § 28
- Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
- Rætturin til dátuflutning í § 31
- Rætturin til mótmæli í § 32-34
- Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð
- Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú vilt gera ein ella fleiri av rættinum galdandi, skalt tú venda tær til Anti Doping Føroyar á antidoping@antidoping.fo ella á telefon 210402.
Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur tær.
Metir tú, at ADF ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00.
Samskiftisupplýsingar
ADD er dátuábyrgdari fyri viðgerð, sum fer fram á ADD.
Anti Doping Føroyar
Eystara Bryggja 30
Postsmoga 223
110 Tórshavn
Telefon: +298 210402
Teldupost: antidoping@antidoping.fo