Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um Anti Doping Føroyar /
Undirvísing og kunning

Undirvísing og kunning.

 

Íðkarar hava sjálvir ábyrgdina av at fylgja dopingreglugerðunum. Tí er sera umráðandi, at verða kunnaður um, hvørjar skyldur man sum íðkari hevur.

Tí er umráðandi, at sambond og feløg bjóða teirra íðkarum kunning um antidoping.

Anti Doping Føroyar bjóða kunning og undirvísing á ymsan hátt.

  • Undirvísing á netinum
  • Fyrilestrar
  • Skeið, ið verða kunnað um her á heimasíðuni

Netundivísing við E-læring


Í samstarvi við Anti Doping Danmark bjóðar Anti Doping Føroyar undivísing á netpallinum E-læring.

E-læring bjóðar undivísingarskeið til íðkarar, liðleiðarar, foreldur og onnur. Við at fullføra eitt skeið fær luttakarin váttan, ið er galdandi í tvey ár.

Øll kunnu skráseta sær ein brúkara og upplýsa, hvat fyri sersamband ein hoyrir til.

Her er leinkið til E-læring:

Umbiða fyrilestur


 
Tað ber til hjá sersambondum, feløgum og bólkum at fáa kunnandi fyrilestur um antidoping. Innihaldið kann laga seg eftir málbólkinum.

Setið tykkum í samband við antidoping-samskiparan, um tit vilja hava fyrilestur:

Antidoping-samskipari

Pál Vitalis Joensen

antidoping@antidoping.fo

+298 210402