Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um Anti Doping Føroyar /
TUE

TUE.

Undantaksloyvi til heilivág

Nógvur heilivágur er á dopinglistanum hjá WADA, tó kunnu íðkarar, ið hava tørv á heilivági, fáa undantaksloyvi til at taka heilivág.

Anti Doping Føroyar kann í samstarvi við Anti Doping Danmark geva undantaksloyvi fyri heilivági - sokallað TUE (Therapeutic Use Exemption), um íðkarin lýkur ávís krøv.

Treytirnar fyri at fáa TUE eru lýstar í leiðbeining á heimasíðuni hjá Anti Doping Danmark: 

Gevið gætur, at íðkarin ber ábyrgdina fyri at fáa TUE. Sjálvt um læknin hevur ein leiklut í TUE-umsóknini, ber læknin ikki ábyrgdina.

Tað ber til at søkja um TUE beinleiðis hjá Anti Doping Danmark, sum leiðbeiningin lýsir.

Tað ber eisini til at søkja um TUE umvegis Anti Doping Føroyar og at fáa svar uppá ivamál frá Anti Doping Føroyum. Setið tykkum í samband við antidoping-samskiparan.

Kanna heilivág

Tað er skynsamt at kanna, um heilivágurin, ið tær tørvar, er á WADA dopinglistanum - óansæð um tað er reseptheilivágur ella hondkeyp. 

Hetta gert tú við at brúka appuna hjá Anti Doping Danmark. Har kanst tú bæði skanna og leita eftur heilivági.