Um Anti Doping Føroyar.
Anti Doping Føroyar er skipað við nevnd og antidoping-samskipara. Afturat eru seks kontrolantar, ið taka dopingroyndir.
Antidopingstýrið:
Jónas Tór Næs, forfólk
Katrin Rubek Nielsen
Jóannes Guttesen
Antidopingsamskipari:
Pál Vitalis Joensen
Dopingnevnd
Jónfinn Thomsen, forfólk
Jóhanna Arge
Pál Weihe
Majbritt Lamhauge, varalimur
Løgtingslóg nr. 88
Anti Doping Føroyar virkar sambært løgtingslóg nr. 88 frá 2020 um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti. Anti Doping Føroyar er stýrt av nevnd, sum er sett av ÍSF, ið er góðkend sum myndugleiki í fimm ár til at umsita tær uppgávur, sum lógarverkið ásetur fyri antidoping. Virksemið hjá Anti Doping Føroyum er skipanarliga skilt frá øðrum virksemi hjá ÍSF. Uppgávurnar hjá Anti Doping Føroyum eru sambært lógini:
At taka dopingroyndir av ítróttafólki í Føroyum
At melda og leggja fram mál um doping
At kunna um doping
At luttaka í altjóða arbeiði, sum skal fyribyrgja doping
At ráðgeva og kunna almennar myndugleikar um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri arbeiðið at fyribyrgja doping.