Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um Anti Doping Føroyar /
Kostískoyti

Kostískoyti.

Váði fyri íðkarar


Kostískoyti kunnu tíverri føra til brot á dopingreglugerðina.

Kostískoyti kunnu innihalda evnir, ið eru á dopinglistanum - serliga orsakað av hesum:

  • Dálking í framleiðsluni
  • Ráevni, ið innihalda evnir á dopinglistanum
  • Tilætlað nýtsla av evnum á dopinglistanum frá framleiðaranum

Heilt upp í 24% av positivum dopingroyndum eru orsakaðar av kostískoyti. Fyri bróðurpartin av íðkarunum er talan um, at brotið er ótilætlað.

Hóast váðin er høgur, taka 90% av íðkarunum kostískoyti. Tað ber tó til at minka um váðan.

Minka um váðan
Váðin fyri doping, um íðkari brúkar kostískoyti, er ongantíð eingin, men tað ber til at minka um váðan við at:

  • Ráðføra seg við kostvegleiðara
  • Nýta kostískoyti, ið eru kannað fyri dálking
  • Tað finnast vørugrunnar við testaðum kostískoyti, sum kunnu hjálpa íðkarum at taka eina tryggari avgerð.

Her eru tveir slíkir grunnar: