Búmerkið hjá felagnum
12. mar. 2025

Anti Doping Føroyar í samstarv við iNADO.

Anti Doping Føroyar á verkstovu í Lausanne í Sveis, sum bleiv fyriskipað av altjóða antidopingfelagsskapinum, iNADO.

Institute of National Anti-Doping Organisations (iNADO) er ein altjóða felagsskapur, ið savnar óheftar antidopingstovnar, og sum arbeiðir fyri at styrkja dygd, samstarv og menning innan antidopingarbeiði kring heimin.

Anti Doping Føroyar luttók fyri at fáa nýggjastu vitanina innan altjóða antidopingarbeiði og fyri at netverka við aðrar felagsskapir.

Stutt undan verkstovuni søkti Anti Doping Føroyar um limaskap í iNADO. Eitt av krøvunum fyri at gerast limur í iNADO er, at ein National Anti-Doping Organisation (NADO) skal vera viðurkend av World Anti-Doping Agency (WADA). Anti Doping Føroyar er ikki sjálvstøðugur limur í WADA, men er limur umvegis Anti Doping Danmark. Tí kann Anti Doping Føroyar í verandi støðu ikki gerast limur í iNADO.

iNADO er farið í holt við at endurskoða treytirnar fyri limaskapi og hevur givið Anti Doping Føroyum serloyvi at luttaka á iNADO-fundum sum sjálvstøðugur limur, inntil nýggjar treytir vónandi verða samtyktar og settar í gildi.

At luttaka á iNADO fundum og á verkstovum hjá iNADO er umráðandi fyri Anti Doping Føroyar, tí hetta gevur møguleikar fyri at fáa tættari samstarv við aðrar antidopingfelagsskapir kring heimin.