Anti Doping Føroyar á vitjan hjá Anti Doping Danmark.
Í juni 2025 fór Anti Doping Føroyum til Danmarkar í samband við árliga túrin, sum hevur til endamáls at tryggja fakliga dagføring og styrkja samstarvið við Anti Doping Danmark. Við á túrinum vóru nevndarformaðurin Jónas Tór Næs, samskiparin Pál Joensen og fleiri av royndartakarunum.
Á skránni var millum annað fundur við stjóran í Anti Doping Danmark, Kim Ravn, har evnini vóru møguleikar hjá Anti Doping Føroyum at luttaka í altjóða samstarvi og eftirlit við virksemi á heilsumiðstøðum í Føroyum.
Eisini varð skipað fyri undirvísing í dokumentatión og rættindum hjá royndartakarum í sambandi við dopingroyndir, har serligur dentur varð lagdur á góðar mannagongdir.
Anti Doping Føroyar fer eina ferð um árið á slíkt skeið hjá Anti Doping Danmark, fyri at tryggja at royndartakararnir eru dagførdir um nýggjastu rákini og at viðlíkahalda neyðuga vitan og mannagongdir.