26. sep. 2025
Árliga vitjanin frá Anti Doping Danmark.
Anti Doping Føroyar hevur havt sína árligu vitjan frá Anti Doping Danmark. Á vitjanini varð farið ígjøgnum aktuell evni og nýggjastu leiðreglurnar á økinum, umframt at viðlíkahalda og dagføra mannagongdir hjá okkara eftirlitsfólkum.
Í ár hevur ADF fingið trý nýggj eftirlitsfólk, og hevur tí verið serligt fokus á miðvísa upplæring og styrking av fakligu førleikunum hjá øllum eftirlitsfólkum.