Antidoping vegleiðaraútbúgving í Føroyum.
Hevur tú áhuga fyri at fyribyrgja doping í ítrótti? So kanst tú gerast antidopingvegleiðari og vera við til at styrkja kunnleikan um antidoping í tínum felag, sambandi ella felagsskapi. Anti Doping Føroyar bjóðar nú antidopingvegleiðaraútbúgving í Føroyum í samstarvi við Anti Doping Dnamark.
Hví er hetta týdningarmikið?
Antidopingøkið kann vera trupult at fáa fult yvirlit yvir, og nógv brot á antidopingreglunum henda av óvart. Tað kann til dømis vera, tí íðkarar ella fólk rundan um teir ikki kenna reglurnar nóg væl. Hetta kann eitt nú snúgva seg um heilivág ella kostískoyti, sum innihalda evni á dopinglistanum.
Endamálið við útbúgvingini
Endamálið við útbúgvingini er at geva tær førleikar at vegleiða og undirvísa í antidoping, so íðkarar og hjálparfólk kunnu taka upplýstar avgerðir og sleppa undan óviljaðum brotum á antidopingreglunum.
Hetta fært tú burtur úr útbúgvingini
● grundleggjandi vitan um antidoping
● amboð, undirvísingartilfar og venjingar, sum tú kanst brúka í undirvísingini
● førleikar at bera antidopingboðskapin víðari
● akkreditering sum antidopingvegleiðari í tvey ár
● skeiðsprógv fyri lokin e-læringsskeið
● atgongd til netverk við øðrum antidopingvegleiðarum
● mat og drekka á skeiðsdegnum
Hvat vænta vit av tær?
Vit vænta, at tú:
● hevur áhuga í at miðla vitan um antidoping
● gjøgnumførir alla útbúgvingina, tá ið tú meldar teg til
● brúkar útbúgvingina virkið í tínum felag, sambandi ella felagsskapi
Hvat fevnir útbúgvingin um?
E-læring
Útbúgvingin fevnir um trý e-læringsskeið:
● Antidoping 1 – fyri íðkarar
● Antidopingvegleiðing fyri venjarar og leiðarar
● Antidopingvegleiðari
Her lærir tú millum annað um:
● antidopingreglur
● persónliga ábyrgd
● dopinglistan
● heilivág og kostískoyti
● leiklutin hjá venjarum og leiðarum
● hvussu tú fyrireikar og skipar fyri antidopingundirvísing
Skeiðsdagar
Útbúgvingin fevnir um tveir samanhangandi skeiðsdagar við veruligari luttøku, til samans 12 tímar.
Staður: ÍSF-skrivstovan, Eystara Bryggja 30 Dagfesting: 18. og 19. apríl
Tíð: kl. 9.00–15.00
Á skeiðsdegnum fært tú:
● undirvísing í antidoping
● venjing í miðling og undirvísing
● innlit í amboð, tilfar og venjingar
Skeiðið endar við eini verkligari uppgávu, har tú skalt halda eina stutta undirvísing fyri hinar luttakararnar.
Akkrediteringarroynd
At enda skalt tú taka eina roynd á netinum við 37 spurningum.
● tú skalt hava í minsta lagi 80 % av svarunum røtt fyri at standa royndina
● tú kanst brúka hjálparamboð undir royndini
● um tú ikki stendur fyrstu ferð, kanst tú royna aftur
● um tú framvegis ikki stendur, verður eitt styttri undirvísingarskeið skipað, áðrenn tú roynir triðju ferð
Árligur útbúgvingarfundur
Meðan tú ert akkrediterað/ur, skalt tú luttaka á einum árligum útbúgvingarfundi. Har fært tú nýggja vitan innan antidopingøkið, møguleika at skiftast um royndir við onnur og íblástur til tín leiklut sum antidopingvegleiðari.
Praktiskar upplýsingar
● Tiltakið er ókeypis
● Akkrediteringin er galdandi í tvey ár
● Eftir hetta ber til at søkja um nýggja akkreditering
Hevur tú áhuga?
Send ein teldipost til antidoping@antidoping.fo ella ring á +298 210402